Uppgávan er henda: Menn og bygg eina sjó- og fjarhitaskipan í Leirvík, sum einans nýtir grøna elorku. Onga olju.
Fyritøkan, sum vinnur útboðið, sleppur at gera sáttmála við Eysturkommunu. Sjálvandi treytað av, at nóg góð uppskot koma inn.
Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki.
Verkætlanin fevnir um: At menna og byggja eina grøna og burðardygga fjarhitaskipan í Leirvík. Skipanin skal vera grundað á eldrivna sjóhitapumpu og hitagoymslu, og skal stýrast til at taka ímóti grønari yvirskotselorku.
-Í Føroyum er tørvur á at fáa meira ferð á skiftið frá olju til varandi orkukeldur. Við hesari verkætlanini fáa kommunalu bygningarnir, og vónandi eisini sethúsini í Leirvík, grøna upphiting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.
- Lokalar eldsálir í kommununi hava í fleiri ár kannað møguleikarnar fyri grønari upphiting í Leirvík. Eysturkommuna hevur tikið avgerð um at verða samstarvsfelagi í verkætlanini. Hetta merkir, at verkætlanin verður at gera í samráð við Eysturkommunu, og at Eysturkommuna skal íverkseta arbeiðið við at byggja grønu orkuloysnina.
Vit í Eysturkommunu gleða okkum at fáa nógv góð tilboð og vænta, at arbeiðið kann byrja sum ætlað í 2021, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Umhvørvisstovan stendur vegna landsstýrið fyri verkætlanini. Orkudeildin har vísir á, at henda verkætlanin er við til at gera okkum meira effektiv og fjølbroytt í nýtsluni av grønari orku.
- Komandi árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at tað verður nógv avlopsorka ein stóran part av tíðini. Hetta er ein verkætlan, sum kann gagnnýta og goyma júst hesa orkuna, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Verkætlanin fær 4 milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Eydnast alt væl, fer fjarhitaskipanin at virka um árskiftið í 2021/22.
Útboðstilfar og svar upp á spurningar viðvíkjandi tilfarinum fæst frá ráðgevingarfyritøkuni Rajani/Rasmussen. Skriva til jr@rajanirasmussen.com ella ring til John Rajani, tlf. 222299.