Alsamt fleiri føroysk børn hava frískar tenn. Nýggja SEF-skrásetingin staðfestir, at tannheilsan er í bata, men samstundis verður víst á, at hon kann verða uppaftur betur.
Í 1991 byrjaðu tannlæknarnir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá heimsheilsustovninum WHO. Sostatt eru nú 25 ár síðani skrásetingin byrjaði.
Talið av børnum við frískum tonnum, t.e. tenn við ongum holum, hevur verið støðugt vaksandi hesi árini. Eitt nú høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn í 1991. Í 2015 er hetta talið 64 prosent.
Stórur bati er at síggja í øllum aldursbólkum. Føroyar eru nú á sama støði sum hini Norðurlondini bæði viðvíkjandi tilboðum um tannrøkt til børn og ung og viðvíkjandi úrslitum, ið eru rokkin til frama fyri tannheilsuna sum heild.
Í frágreiðingini verður tó víst á, at endamálssetningurin hjá føroyskum tannlæknum “Frískar tenn alt lívið” tó ikki er rokkin fyri øll. Tí er tað alneyðugt framhaldandi at gera ábøtur og stremba eftir framstigum í tannheilsuni hjá børnum og ungum í Føroyum.
SEF-skrásetingin, ið er umbiðin av Heilsu- og innlendismálaráðnum, verður givin út annaðhvørt ár. Nýggjasta frágreiðingin kann lesast her.
Eru spurningar í hesum sambandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til
Sigrid Arge, telefon 302525/282525 ella teldupost sigrid@torshavn.fo
Unn Jacobsen, telefon 302525 ella teldupost unn@torshavn.fo