Serlæknafelagið og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hava gjørt fyribils avtalu um serlæknatænastu innan reumatologi. Avtalan hevur við sær, at giktalæknin Pero Sore fyribils heldur fram við at veita serlæknatænastu innan rheumatologi.
-Eg havi allatíð vónað og væntað, at viðurskiftini fóru at koma í rættlag aftur, og tí eri eg sjálvandi fegin um, at ein avtala er komin í hús, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Fyribils avtalan leggur upp til, at veitingarnar innan reumatologi verða dagførdar, soleiðis at viðgerðir, sum ikki vóru vanligar, tá ið galdandi sáttmáli var gjørdur í 1982, nú kunnu veitast.
Sáttmálasamráðingar millum Heilsumálaráðið og serlæknafelagið um privata serlæknavirksemi fara ígongd í næstum. Fyribilssemjan er galdandi til nýggjur sáttmáli er gjørdur.