1 / 2
Seinnapartin í dag varð skipað fyri tiltaki á Tjaldurs apoteki í sambandi við, at fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var við til tiltakið. Landsstýriskvinnan fekk heiðurin at vera fyrsti kundi í sjálvtøkuni.
Sjálvtøkan hjá Tjaldurs apoteki er sett á útveggin við ta violettu inngongdina á vestursíðuni á SMS.
Talan er um fyrstu sjálvtøkuna til handkeypsheilivág hjá Apoteksverkinum. Sjálvtøkan, sum er tøk alt samdøgrið, er knýtt at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa handkeypsheilivág í sjálvtøkuni.
Við sjálvtøkuni uttanfyri Tjaldurs apotek fer at bera til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið í Suðurstreymi, tað vil siga eisini tá ið Tjaldurs apotek og apotekið í Steinatúni hava afturlatið. Tað er mín vón, at hetta fer at virka eftir ætlan, og at tænastan til borgaran gerst betri.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum