Fyrrverandi svenskur ráðharri í Føroyum at umrøða heilsu í norðurlendskum høpi
Árligi fundurin millum heilsumálaráðharrarnar heldur fram og á skránni í dag er fundur við Bo Könberg, sum hevur ábyrgdina av at skriva eina óhefta frágreiðing um hvussu norðurlendska samstarvið innan heilsuøki kann mennast og styrkjast næstu 5-10 árini.
Bo Könberg er fyrrverandi ráðharri í Svøríki, landshøvdingi og sat fleiri valskeið í Ríkisdegnum fyri svenska Folkpartiet. Hann hevur gjørt fleiri frágreiðingar fyri ymsar svenska stjórnir.
Könberg-frágreiðingin eyðmerkir týðandi økir har møguleiki er fyri samvirkandi fyrimunum við tættari norðurlendskum samstarvi. Úrslitið av kanningin hjá Könberg verður ein stutt frágreiðing við tilmælum og uppskotum um loysnir. Frágreiðingin verður løgd fyri norðurlendsku heilsumálaráðharrunum í juni 2014.
Heilsufrágreiðingin verður við í Nordic Welfare programme, sum er eitt av høvuðsátøkunum hjá Nordic Council of Ministers í tíðarskeiðinum 2013-15.
Meira kunning um vitjanina og frágreiðingina hjá Könberg, fæst við at venda sær til Astrid Utterström, Senior Adviser, Nordic Council of Ministers, tlf. +45 29 69 29 89.