12.06.2020 · Heilsumálaráðið

Fyribils kanningarskipan á flogvøllinum í komandi viku

Fyribils kanningarskipan á flogvøllinum í komandi viku

Frá mánadegnum 15. juni til og við fríggjadagin 19. juni verður møguligt hjá teimum ferðandi til Føroya at verða kannað á flogvøllinum í Vágum og við bryggju í Tórshavn. Talan er um eina fyribilsskipan, tí skotbráið hjá teimum ferðandi at útvega sær eina COVID-19 kanning hevur verið í styttra lagi. Ferðandi, ið hava tørv á einari kanning, skulu ikki rinda fyri hana.

Tey ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. Tað verður heitt á øll ferðandi um at fara í sóttarhald í heiminum, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Hetta kann taka millum eitt til tvey samdøgur.

Returbillett ella bústaðarváttan

Fólk búsitandi í Føroyum sleppa undan at vísa á eitt negativt kanningarúrslit, tá ið tey ferðast aftur til Føroyar. Tey skulu hinvegin vísa eina váttan um bústað í Føroyum.

Til ber bæði at brúka sína returbillett ella eina bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni sum skjalprógv. Tað er sera týdningarmikið at hava neyðugu skjalfestingina við sær. Hesi skulu vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Tórshavn.

Børn yngri enn 12 ár skulu ikki lúka hetta krav. Foreldur ella avvarðandi skulu kortini skjalprógva aldurin hjá barninum – eitt nú við at vísa passið fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Tórshavn.

Arbeiðsgevaraváttan

Útlendingar sum koma til Føroya í arbeiðsørindum nýtast ikki at vísa á eitt negativt kanningarúrslit fyri at sleppa til landið. Tað verður kortini álagt útlendinginum at skjalprógva, at viðkomandi skal arbeiða í Føroyum. Hetta verður gjørt við at vísa á eina arbeiðsgevaraváttan, sum arbeiðsgevari útvegar. Váttanin skal vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Tórshavn.

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini til Føroya, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin.

Lesið meira um ferðing til og úr Føroyum á www.corona.fo.