Eitt starv sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum, er leyst at søkja til setan 1. juni 2012.
Sum fulltrúi Heilsumálaráðnum verða uppgávur tínar m.a., at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á heilsuøkinum, at svara fyrispurningum frá løgtinginum, og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar eru áhugaverdar og fjølbroyttar. Talan er um starv í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.
Førleikar
Tú hevur samfelagsliga útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. løgfrøðingur, stjórnmálafrøðingur, ella búskaparfrøðingur. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum, eins og saman við leiðandi løgfrøðinginum í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. mars 2012. kl. 12:00
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Simonsen, deildarstjóra, tlf. 30 40 50 jan.simonsen@hmr.fo
Heilsumálaráðið umsitur heilsumál, herundir sjúkrahúsverkið, apoteksverkið og primeru heilsutænastuna, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.