Fríggjadagin 6. januar var móttøka í Heilsumálaráðnum fyri Margit Stórá, nýggju landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Skipað varð fyri almennari móttøku, har møguleiki var fyri at hitta nýggju landsstýriskvinnuna.
Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, bar fram røðu og beyð Margit Stórá vælkomnari í Heilsumálaráðið.
Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á, at hon brennir fyri heilsuøkinum, og hon fegnast um at fara undir at arbeiða við teimum málum, sum samgongan hevur sett sær fyri at avgreiða í samgonguskeiðinum.
Løgmaður, Aksel Vilhelmson Johannesen, bar eisini fram eina heilsan til landsstýriskvinnuna.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá móttøkuni.