Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.638 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.368 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 13. maj 2020 kl 12.54