Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.386 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.116 kanningunum.
Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 27. mai 2020 kl. 10:41