![Framvegis ongin nýggjur smittutilburður staðfestur](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13976/corona-testari.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=KRMJ8N86vclWF7xQ5OK0xZEzcB0)
Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.134 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
131 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.864 kanningunum.
Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 5. juni 2020 kl. 08:46