Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.863 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Í gjár vórðu 26 kanningar gjørdar. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.593 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 17. mai 2020 kl. 14.38