Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.986 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
55 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Seinastu ferð, at nýggjur tilburður varð staðfestur, var tann 22. apríl. Siðani hava allar kanningar verið negativar. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.716 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 20. mai 2020 kl. 11:50