Eingin smitta varð staðfest í gjár, meðan ein persónur afturat er staðfestur frískur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 92.895 kanningar.
Hetta er áttandi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands. 1.102 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.
411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 362 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 49 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Heilsumálaráðið tann 29. august 2020 kl. 12.21