Stig verða nú tikin til at gera eina óhefta kanning av verkætlanini at dagføra heilivágsframleiðsluna hjá apotekinum. Verkætlanin er vorðin væl dýrari enn mett fyri einum ári síðani. Neyðugt er at koma til botns í málinum, áðrenn farið verður víðari við at gera framleiðsludeildina lidna.
----
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at seta eina uttanhýsis kanning í verk, fyri at finna út av, hví verkætlanin at dagføra heilivágsframleiðsluna hjá apotekinum er vorðin væl dýrari enn mett fyri umleið einum ári síðani.
“Tað eru skattgjaldarans pengar, ið fíggja hesa verkætlanina. Tí hevur skattgjaldarin eisini krav uppá at fáa at vita, hvør orsøkin er til, at verkætlanin verður so nógv dýrari enn áður upplýst fyri Heilsumálaráðnum og Løgtinginum”, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í viðmerking.
Higartil hevur Løgtingið samanlagt játtað um 40 mió. kr. til verkætlanina í árunum 2006 til 2011. Nýggjar metingar siga nú, at samlaði kostnaðurin fyri at gera arbeiðið liðugt er 60,4 mió. kr. Hetta merkir at samlaði fíggjarligi tørvurin er 20,4 mió. kr. Galdandi verklagslóg gevur einans heimild at játta 3,7 mió. kr. afturat teimum um 40 mió. kr., sum Løgtingið higartil hevur játtað til verkætlanina.
Enn er ikki komið á mál við verkætlanini. Endamálið er at gera framleiðsludeildina hjá Apoteksverkinum lidna, so at alt framleiðsluvirksemið kann flyta frá Tjaldurs apoteki í Havn niðan í bygningin við Staravegin, har framleiðslan kann lúka øll krøv hjá danska Lægemiddelstyrelsen.
Fyri at fáa málið lýst til fulnar, áðrenn farið verður víðari við verkætlanini, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannessen, tikið stig til at gera eina óhefta kanning, sum skal lýsa gongdina í málinum, nú verkætlanin er vorðin nógv dýrari. Ætlanin er at fáa eina uttanhýsis grannskoðan og byggifrøðiliga meting av málinum, áðrenn tað endaliga verður farið víðari við at fáa Løgtingið at góðkenna hægri játtan til at fáa framleiðsludeildina hjá Apoteksverkinum gjørda lidna.
Umbøn um útreiðsluneutrala eykajáttan á 300.000 kr. til at gera óheftu kanningina er við í eykajáttanarumbønini, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið Løgtinginum.