Eingin løgtingslimur atkvøddi ímóti, tá uppskot frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at hækka aldursmarkið fyri ókeypis barna- og ungdómstannrøkt, var samtykt í Løgtinginum í dag. Sambært galdandi lóg um barna- og ungdómstannrøkt hava øll børn og ung yngri enn 16 ár rætt til ókeypis fyribyrgjandi tannrøkt og viðgerð í kommununi, har tey búgva. Tá persónar fylla 16 ár, eru tey ikki longur fevnd av tilboðnum um ókeypis tannrøkt, men hava rætt til eitt ískoyti frá Heilsutrygd, tá tey fara til tannlækna. Tannlæknafelagið hevur í fleiri frágreiðingum víst á, at 16 ára gomul við góðum tonnum gevast við skipaðari tannrøkt, tá tey detta úr ungdómstannrøktini. Tey koma ofta ikki afturíaftur fyrr enn um 20 ára aldur, mangan við tørvi á kostnaðarmiklari viðgerð. Hetta kundi verið fyribyrgt við skipaðari tannrøkt upp í 18 ár. - Eg haldi at Løgtingið hevur víst ábyrgd í dag við at samtykkja hetta týðandi frambrot fyri tannheilsuna hjá ungum føroyingum. Vit vita frá royndum, at tað loysir seg altíð betri at fyribyrgja heldur enn at viðgera. Tí boðaði eg longu, tá frágreiðingin um Heilsunýskipan varð til aðalorðaskiftis, frá, at eg ætlaði mær at víðka aldursmarkið í barna- og ungdómstannrøktini, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í viðmerking. Aldursmarkið fyri at fáa ókeypis barna- og ungdómstannrøkt verður hækkað úr 16 í 18 ár um ársskiftið.