27.06.2017 · Heilsumálaráðið

Fráboðan frá Elnevndini um sterkstreymsreglugerðina

Sagt verður frá, at sterkstreymsreglugerðin (SB) framvegis er i gildi, til nýggjar reglur eru settar í gildi.

Í Danmark er komin nýggj sterkstreymslóg “elisikkerhedsloven”. Nýggjar kunngerðir við heimild í elsikkerhedsloven koma í gildi í Danmark 1. juli 2017. Nýggju kunngerðirnar m.a. bekendtgørelse om sikkerhed for udførelse og drift af elektriske installationer hava við sær, at SB eftirhondini verður sett úr gildi í Danmark, og at tað í staðin í kunngerðunum verður víst til altjóða normar. Í kunngerðunum eru skiftisskipanir, sum hava við sær, at SB framvegis kann verða nýtt í Danmark í eini skiftistíð.

Orsakað av nevndu broytingum í donsku sterkstreymslóggávuni verður neyðugt at gera broytingar í føroysku lóggávuni, og fer Elnevndin at lata Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, uppskot um hetta - væntandi á heysti 2018. Hendan fráboðanin frá Elnevndini er fyri, at ivi ikki skal vera um, at SB framvegis er galdandi í Føroyum, til nýggjar reglur eru settar í gildi.

Elnevndin