Í dag varð álit um nýggja kommunulæknaskipan handað landsstýrismanninum í heilsumálum. Í álitinum eru 22 tilmælir um, hvussu vit framtíðartryggja skipanina soleiðis, at vit trygga tí einstaka borgaranum góða læknahjálp frameftir.
Fleiri og stórir trupulleikar í verandi kommunulæknaskipan
Tann mest sjónligi trupulleikin er trotið á kommunulæknum. Umleið ein triðingur av størvunum eru ómannað, og hesi størvini verða ofta sett við avloysarum – ofta útlendingum, sum bert starvast í Føroyum stutta tíð í senn. Miðalaldurin hjá kommunulæknum er høgur, og fleiri fara frá fyri aldur komandi árini.
Trot á læknum
Glottar er tó at hóma, nú fleiri yngri læknar eru komnir í útbúgvingarskipanina. Men hóast fleiri eru farin undir serútbúgving til kommunulækna, so tekur tað nógv ár, áðrenn øll tey ósettu størvini verða mannað við kommunulæknum í føstum starvi. Umframt starvsfólkatrot er skipanin eisini merkt av bygnaðarligum trupulleikum.
Bygnaðarligar avbjóðingar fyri framman á heilsuøkinum
Samstundis sum kommunulæknaskipanin er í vandasjógvi, eri eisini stórar bygnaðarligar avbjóðingar á heilsuøkinum fyri framman. Eftirspurningurin eftir heilsuveitingum økist støðugt, og serliga økta talið av eldri fólkum og fólki við varandi sjúkum fer í komandi árum at seta stór krøv til heilsuverkið. Samstundis sum krøvini til heilsuverkið økjast, eru bæði starvsfólka- og fíggjarliga tilfeingið avmarkað.
Avbjóðingin er tí at skipa framtíðar heilsuverkið soleiðis, at atlit skulu takast til økta eftirspurningin eftir heilsuveitingum, samstundis sum tilfeingið í heilsuverkinum er avmarkað.
Nýggja kommunulæknaskipanin
Yvirskipaða ætlanin við nýggju skipanini er bæði at tryggja borgarum atgongd til heilsuveitingar við høgari fakligari góðsku og tryggja góðar arbeiðsumstøður til kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk, ið skulu arbeiða í hesi skipan.
Lyklaorðini í nýggju kommunulæknaskipanini eru høg faklig góðska og støðug góðskumenning. Málið er, at hesi hugtøk fara at seyra ígjøgnum í øllum lutum í nýggju kommunulæknaskipanini.
Læknaviðtalur og starvsfólkaorka
Við støði í ynskjunum hjá læknunum verður mælt til at fara frá einstaklinga-viðtalum til felagsviðtalur. Somuleiðis verður mælt til at skipa uppgávubýtið í læknaviðtalunum øðrvísi. Uppgávubýtið í heilsumiðstøðunum skal skipast á ein slíkan hátt, at starvsfólkaorkan verður gagnnýtt skilagott og effektivt.
Hetta merkir, at viðtalustarvsfólkini fara at taka sær av fleiri uppgávum, sum kommunulæknarnir í dag taka sær av. Ætlanin er serliga, at viðtalustarvsfólkini skulu taka sær av viðgerðini hjá fólki við varandi sjúkum. Mælt verður til, at sett verður á stovn ein eftirútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum skulu starvast í heilsumiðstøðunum.
Frá 11 læknadømum til fimm heilsuøkir
Í dag hava vit 11 læknadømir. Hóast læknadømini eru ymisk í stødd – bæði tá tað snýr seg um fólkatal og um tal av kommunulæknum, so eru fleiri av teimum rættiliga smá.
Fyri at røkka málinum um at fáa eina kommunulæknaskipan, sum tryggjar øllum borgarum kring landið atgongd til dygdargóðar heilsuveitingar í nærumhvørvinum og sum tryggjar borgarum eitt veruligt læknaval, er neyðugt við broytingum.
Hesar broytingar skulu eisini geva heilsustarvsfólkum møguleika fyri at starvast í heilsufakligum umhvørvum, sum serliga yngri læknar hava ynski um. Tí verður mælt til at skipa landið í heilsuøkir. Økini skulu hava eina hóskandi stødd, bæði tá tað snýr seg um fólkagrundarlag og starvsfólkaorku. Mælt verður til at skipa Føroyar í fimm heilsuøkir.
Fyri at skapa verulig heilsufaklig umhvørvi kring landið, verður somuleiðis mælt til at skipa heilsumiðstøðir í heilsuøkjunum. Ætlanin er, at ymisk heilsustarvsfólk koma at starvast í hesum heilsumiðstøðunum. T.v.s. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, læknaskrivarar, ljósmøður o.s.fr.
Sí álitið undir "Álit og frágreiðingar"