Seinni í summar fær Suðuroyar Sjúkrahús eina forvakt. Somuleiðis fara suðuroyingar at hava atgongd til ein narkosulækna. Landsstýrismaðurin i heilsumálum, Aksel V. Johannesen, hevur fingið neydðugu fíggingina til vega við eykajáttan, sum Løgtingið samtykti mikudagin.
Hetta er í tráð við avtaluna millum Heilsumálaráðið, leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi og læknarnir í Suðuroy á fundinum á Tvøroyri tann 4. februar í ár.
Aksel V. Johannesen vónar at læknastøðan Suðuroy við hesum átøkum kemur í eina trygga legu.