Danskir fólkatingslimir hava verið á vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. Vitjanin er liður í kunningarferð teirra í Føroyum í hesum døgum.
Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði fólkatingslimirnar um føroyska sjúkrahúsverkið og um ætlanirnar, sum samgongan hevur viðvíkjandi viðgerðartrygd. Hann kunnaði eisini um, at árliga verða nógvir føroyingar sendir til viðgerð í Danmark.
Somuleiðis legði hann dent á, at hann beinanvegin fer at seta ferð á arbeiðið at dagføra donsku heilsulóggávuna í Føroyum. Hetta arbeiðið skal gerast í framhaldandi góðum samstarvi millum Heilsumálaráðið og danska heilsumálaráðið.
“Eg fegnist um vitjanina, tí Føroyar og Danmark hava so nógv samstarv á heilsuøkinum” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Heilsumálaráðið