17.10.2016 · Heilsumálaráðið

Fólkaheilsuráðstevna 2016 - setanarrøðan hjá Sirið Stenberg

Tann 17. oktober 2016 var Fòlkaheilsuráðstevna hildin fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum bar fram hesa setanarrøðu.

----

Hjartaliga vælkomin á Fólkaheilsuráðstevnu. Fólkaheilsuráðstevnur hava verið í Føroyum fyrr, men nú er nakað síðan, so tað er gott at taka tráin uppaftur. Tað er at fegnast um framúr góðu undirtøkuna í dag, og fyri fyrstu ferð fara vit eisini at handa eina fólkaheilsuvirðisløn.

And to our guests from abroad. Welcome to the Faroe Islands. We are looking forward to hear what you have to tell us, and hope for further cooperation.

Í mong ár hevur fólkaheilsa verið á dagsskrá, og í áravís hevur verið arbeitt miðvíst við at skapa batar á hesum øki.

Tí vil eg fegin bera øllum tykkum mongu eina stóra tøkk, sum so dúgliga gjøgnum árini hava lagt afturat hesum týdningarmikla varða, soleiðis at vit upp á tvørs av øllum øðrum og í felagsskapi kunnu laga okkara fólkaheilsuvarða sterkan. Her liggur bæði gransking, arbeiðstímar og nógv orka aftanfyri.

Tá ið tað kemur til fólkaheilsu, snýr nógv seg um hugburð – og tað broytist ikki frá degi til dags; einki kemur av sær sjálvum.

Tað hevur týdning at arbeiða við fólkaheilsu. Fólkaheilsan er millum annað eitt barometur fyri, hvussu virkisfør tjóðin er. At hava tøl fyri, hvussu okkara fólk flyta seg á hesum barometri í sambandi við til dømis, hvussu nógv roykja, hvussu nógv hava diabetes, strongd, aðrasjúkur, ilt í lívinum, barnaburðartunglyndi, hvar BMI tølini liggja o.s.fr er alneyðug vitan, tá ið vit skulu leggja til rættis í okkara heilsuverki

Tess betri vit fáa fyribyrgt og framt heilsu, tess betri verða vit í seinasta enda før fyri at taka okkum av tí økta trýsti, sum frameftir kemur at vera í heilsuverkinum, og sum vit longu merkja er byrjað.

Men alt er ikki virkisføri og pengar. Fyri einstaka borgaran er tað at hava eitt lív við nøgdsemi og lívsgóðsku aloftast tað, ið umræður. Eisini tí er fyribyrging og heilsufremjan neyðug, soleiðis at borgarar í størst møguligan mun kunnu sleppa undan líðingum og fylgisjúkum, sum í nøkrum føri kundu verið fyribyrgdir. Stutt sagt mugu vit duga at samantvinna tað sunna lívið við tað góða lívið.

Tí er tað so tvingandi neyðugt at megna kunstin at motivera til tað góða valið, uttan at virka betrivitandi, moraliserandi ella fordømandi. Hetta er í mínari verð størsta avbjóðingin í formidlingini av fólkaheilsuátøkum. Men hinvegin, megna vit hetta, soleiðis at hvør einstakur kennir seg tilvitaðan og motiveraðan til at taka rætta valið,   so koma vit at vinna nógv á tí fólksliga planinum. Tí vit mugu gera okkum púra greitt, at tað ikki flytur serliga nógv, um boðskapurin einans kann náa tey menniskju, sum kendu hann frammanundan. Boðskapurin má fólksliggerast, um tað skal eydnast at fáa fjøldina við,og tað er har vit skulu. Fólkaheilsa fyri øll er málið.

Eisini vit í politisku skipanini skulu gera okkum ómak at finna markið millum, nær upplýsing er nokk, og nær tað kann vera neyðugt at gera lógarbroytingar. Vit arbeiða til dømis í løtuni við, hvussu vit best kunnu tryggja børnum rætt til eitt roykfrítt umhvørvi. Allarhelst verður neyðugt við lógarbroyting hesum viðvikjandi. Annars henda nógv góð ting á fólkaheilsuøkinum. Ráðstevnan í dag er eitt heilsufremjandi arbeiði til børnini verður styrkt fíggjarliga, og á fyribyrgjandi økinum fara átøk í gongd sum t.d. mammografiscreening. Fyri politiskar myndugleikar snýr tað seg um at vera bæði á tí fyribyrgjandi síðuni, men sanniliga eisini á tí heilsufremjandi síðuni, sum í longra løbinum er tann íløgan, sum gevur størst avkast.

Sjálv havi eg allar dagar verið hugtikin av fólkaheilsu, og mín egna útbúgvingarleið hevur eisini snúð seg um fólkaheilsu. Í veruleikanum eru heilsufrøðingarnir í síni tíð settir í starv bara við tí endamáli at betra um fólkaheilsuna. Hetta hendi í 30- unum tá ið myndugleikar í grannalondunum ynsktu at gera nakað munagott, fyri at fáa høgu tølini fyri barnadeyðiligheit niður.

So eg kenni tað innanífra og veit, hvussu trupult tað kann vera, men eisini hvussu neyðugt tað er, og hvussu nógv gott kann gerast.

Nakað av tí, eg havi tikið við mær er hugsjónin um, at arbeiða miðvíst við at leggja ár til lívið og lív til árini, soleiðis sum WHO nevndi tað, at arbeiði má gerast í eini samanrenning av, at ynski er at miðallivialdurin hækkar, samstundis sum lívsgóðskan er góð. Somuleiðis havi eg tikið við mær ynski um, at vit í okkara heilsuátøkum og politikki altíð eru varug við sosialan ójavnað og gera alt vit kunnu, fyri at hesin ójavni minkar. Vit mugu megnað at taka støði í lívinum og livikorunum hjá tí einstaka borgaranum, samstundis sum vit vilja røkka fjøldini.

Hyggja vit at hvat rørir seg í okkara grannalondum, so er sjóneykan vend móti sosialum ójavnað í heilsu og sjúku. Samanumtikið er staðfest, at fólk við høgum inntøkum, við teimum røttu postnumrunum, røttu størvunum, og tey sum hava ressoursirnar eru tey, sum fáa flestar heilsutænastur. Tey fáa ikki bara flestar heilsutænastur, tey fáa eisini størri ágóða av heilsutænastunum. Hetta sæst aftur í at ávísir samfelagsbólkar, ávís støð í landinum eisini hava longri miðallivialdur enn restin. Man skal sjálvsagt vera varðin við at draga parallellar við tøl úr grannalondunum heim til okkum, men hinvegin hava vit onga orsøk til at halda, at sosialur ójavni ikki eisini er millum økir og fólk í Føroyum. Tað síggja vit aftur i arbeiðsloysistølum, útbúgvingartølum, roykitølum o.s.fr.

Fólkaheilsa skal skiljast í breiðastu merking. Heilsa snýr seg um nakað likamligt, sálarligt, sosialt og andaligt. Fyri at kunna røkka øllum borgarum, mugu átøkini rættast breitt móti øllum hesum dimensjónum. Ti er gleðiligt, at vit í fólkaheilsuhøpi nú eisini gera meira burturúr sálarheilsuni og hava tað við sum náttúrligan part av virkisøkinum. Hetta er alneyðugt og ein treyt eisini, um vit vilja minka um sosiala ójavnan, sum serstakliga er staðfestur á sálarheilsuøkinum. Vit fara ikki at røkka málinum um fólkaheilsu, fyri øll hava vit ikki sálarheilsuna, likamligu heilsuna og sosialu atlitini við í arbeiðinum.

Nógv dømi eru at tríva í, men tíðin tilletur bert hesum eina, sum eg havi hug at taka fram. Tað er tað fyribyrgjandi arbeiðið hjá heilsufrøðingunum, bæði tað generella men eisini serliga átakið, har allar nýggjar mammur verða screenaðar fyri barnsburðartunglyndi. Skipanin virkar væl og er í tøttum samstarvi við psykiatriska depilin. Hetta er heilt greitt eitt neyðugt fyribyrgjandi arbeiði, har bæði lívsumstøður og útlit til eitt gott lív hjá mammu, barnið og familjuni allari er í fokus. Hetta er dømi um skipan, sum røkkur øllum familjum, og sum kann forða fyri trupulleikum seinni í lívinum. Vit síggja longu nú fyrstu úrslitini eru tøk at skipanin virkar. Eitt annað dømi, har ein innsatsur veruliga hevur gjørt mun er innan royking og eitt nú arbeiðið hjá Ferðslutrygd.

“Havi eg lív og heilsuna” Hetta er vanligt orðatak í Føroyum, tá ið vit tosa um framtíðina og okkara ætlanir. At hava góða heilsu er so mikið grundleggjandi, at tað kemur næst eftir lívið sjálvt. Tað rørir sostatt allan okkara eksistens. Tí er eisini neyðugt at hugsa breitt og vera tilvitað um, at man saktans kann hava ávísa sjúku, brek ella trupulleikar og framvegis hava góða heilsu. Tað er ymiskt, hvussu vit upplivað heilsu, og líka so ymiskt hvussu vit uppliva sjúku.

Tað sigst eisini, at brúkar tú ikki tíð upp á heilsuna í dag, so kemur tú at brúka tíð upp á sjúku í morgin. Men hvat er tað vit skulu gera, og hvørji átøk eru tey røttu. Hetta koma vit at hoyra nærri um í dag, samstundis sum vit vita, at nógv góð átøk vera gjørd hvønn einasta dag kring landið alt. Bæði av teimum, sum hava sítt starv í heilsuverkinum, á granskingarstovnum, frívilligum, felagsskapum, einstaklingum o.s.fr.

Tað tykist afturvendandi í nýggjastu vísindini, at tað er ikki nokk at hava vitan fyri at broyta vanar. Um so var høvdu vit nokk øll livað eftir uppskriftini, tí vitan hava vit nógva av. Meir og meir verður víst á, at fólk skulu broyta vitan og at motivatión er týdningarmikil og kenslan at vera partur av einum felagsskapi. At vera partur av einum liðið, einum felagsskapi ella onkrum líknandi, er tí kanska meira neyðugt enn at hava vitan. Kenslan av at hoyra til stingur so sera djúpt. Hygga vit eftir, hvussu samfelagið hevur háttað seg seinastu árini, so er tað júst tað øvugta, sum er hent. Sjálvsdyrkan og individualiseringin hevur verið í fokus og er tað enn. Tí er alneyðugt, ikki bert fyri fólkaheilsuna, men eisini fyri fólkaheilsuna at styrkja felagsskapskensluna generelt. Hetta kunnu vit øll gera nakað við.

Vit fara at enda dagin í dag við at handa eina fólkaheilsuvirðisløn. Øllum hevur staðið í boði at senda uppskot inn um, hvørji tey halda hevur heiðurin uppibornan. Nógv góð hugskot eru komin inn, so tað verður spennandi, hvør vinnarin verður. Vit skulu heiðra eldsálir og felagsskapir fyri teirra ótroyttiliga arbeiði, tí veruligi vinnarin av tykkara arbeiði er sjálv fólkaheilsan, umframt vit øll.

Undirtøkan fyri ráðstevnuni er eisini stór. Hetta gleðir okkum almikið og gevur ábendingar um, at vit møguliga skulu í onnur og størri hølir komandi ár. Tí ætlanin er at fólkaheilsuráðstevnan skal vera afturvendandi.

Vit siga ofta, at vit eru so lítið land, og tí kunnu ting vera trupul. Hetta er júst øvugt. Júst tí vit ikki eru so nógv, so hava vit heimsins bestu fortreytir fyri at handla skjótt og at fáa øll við. So at siga allar kampagnur røkka øllum, heilsutænasturnar eru til allar borgarar, og felagslívið er gott. Sostatt hava vit sera góðar fortreytir fyri at røkka málum á fólkaheilsuøkinum.

Fari at enda enn einaferð at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum og vóni veruliga, at vit øll blíva eitt sindur klókari í dag, og at vit eisini fáa tað hugnaligt saman og fara heim full av góðum hugskotum.

Stóra takk!