03.10.2013 · Heilsumálaráðið

Fólkaheilsuarbeiðið uppraðfest

Játtanin til Fólkaheilsuráðið er hækkað við 400.000 krónum í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið stendur:

Játtanin er til at fíggja ítøkilig fólkaheilsuátøk á teimum økjum, sum eru raðfest í fólkaheilsuætlanini hjá landsstýrinum. Tað vil siga átøk, sum snúgva seg um kost, rørslu, royking, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu og fyribyrgjandi heilsukanningar.

Játtanin er hækkað við 400 tús. kr. til at raðfesta endamálið og er samlaða játtanin nú 2,6 mió.