Koppsetingarbólkurin harmast um, at summi heilsuveik fólk hava bíðað leingi eftir at verða koppsett. Miðskeiðis í næstu viku kemur nýggj sending við koppingarevni, og tá verða fólk við fjølbreki og onnur heilsuveik koppsett.
Koppsetingarbólkurin, sum gjørdi uppskotið til koppsetingarkunngerðina, harmast um, at fólk við fjølbreki, onnur heilsuveik umframt eldri fólk, sum illa tola at verða sjúk, hava bíðað leingi eftir at verða koppsett. Serliga tá hugsað verður um, at fleiri av hesum fólkum hava verið noydd at liva meira ella minni avbyrgd, síðani korona tók seg upp fyri einum ári síðani.
Miðskeiðis í næstu viku kemur nýggj sending við koppingarevni, og so verður farið undir at koppseta fólk við fjølbreki og onnur heilsuveik fólk, sum búgva á stovnum undir Almannaverkinum. Eftir hetta verða tað fólk, sum hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
Raðfestingin, sum koppsetingarbólkurin hevur gjørt, av nær ymsu bólkarnir verða koppsettir, er gjørd við støði í tilmælum frá heimsheilsustovninum WHO. WHO hevur lagt stóran dent á, at tað er týdningarmikið at koppseta heilsustarvsfólk í fremstu røð fyrst.
Hugsanin aftanfyri raðfestingina, er at tað verður lagdur ein ringur rundan um tey gomlu og heilsuveikastu fólkini í samfelagnum, samstundis sum tað verður tryggjað, at hópurin av heilsu- og røktarstarvsfólki, ikki verður raktur av sjúkrafráveru í stórum tali. Eftir hetta varð farið undir at koppseta onnur, og byrjað varð við at koppseta teir mest útsettu bólkarnar fyrst.
Koppsetingarbólkurin fegnast um, at tað er eydnast at halda koronu burtur frá ellis- og røktarheimum og stovnum og bústøðum, har heilsuveik fólk búgva. Nú er komið so mikið langt við koppsetingini, at tað skjótt verður komið á mál við at koppseta heilsuveik fólk og fólk, sum sera illa tola at gerast sjúk.
Koppsetingarbólkurin harmast um, at tað ikki hevur gingið so skjótt sum upprunaliga ætlað við koppsetingini. Orsøkin er, at vit ikki hava fingið so nógv koppingarevnið, sum roknað var við av fyrstan tíð.
Um alt gongst sum ætlað og væntað, fer atgongdin til koppingarevni skjótt at batna, og sum tað líður út á várið, verður tørvurin fult nøktaður. Koppsetingarbólkurin roknar framvegis við, at allir føroyingar eru koppsettir um mánaðarskiftið juni/juli 2021.
COVID-19 koppsetingarbólkurin