Í februar vóru fólk frá danska stovninum IKAS og kannaðu um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir. Úrslitini frá kanningunum eru nú tøk.
Samanumtikið metir danska IKAS, at stór menning hevur verið á øllum sjúkrahúsunum, meðan arbeitt hevur verið við Den danske Kvalitetsmodel. Tey trý sjúkrahúsini hava eitt støði, sum ger at tey kunnu fáa góðkenning.
Niðurstøðan er, at Klaksvíkar sjúkrahús er akkrediterað, sum merkir at sjúkrahúsið hevur fingið góðkenning uttan viðmerkingar. Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hava fingið góðkenning við viðmerkingum - eina sonevnda fyribils akkreditering.
Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús hava nú møguleikan at bøta uppá nøkur viðurskifti komandi seks mánaðirnar til tess at verða akkrediteraði. Sjúkrahúsini eru farin undir hetta arbeiðið.
Frágreiðing Klaksvíkar sjúkrahús
Akkreditering snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi.
Talan um eina tilgongd, har stovnarnir arbeiða við at liva upp til nøkur dygdarkrøv og verða við jøvnum millumbilum mett av einum óheftum fakligum toymi. Verður til dømis eitt sjúkrahús mett at liva upp til dygdarkrøvini, verður sjúkrahúsið góðkent og mett sum "akkrediterað".
Les meira um akkreditering her