Tørvur er á at fáa ein sterkan føroyskan fakmyndugleika innan heilsuøki og farið verður tí undir at yvirtaka landslæknaembætið.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum er farin undir fyrireikingarnar at yvirtaka landslæknaembætið. Føroyski landslæknin skal hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum.
Umframt hetta skal landslæknin fremja eftirlit á heilsuøkinum.