Føroysk ílegugransking hevur fingið eitt stórt herðaklapp. Á samkomu á Aarhus Universiteti fyrrapartin varð almannakunngjørt, at danski Lundbeckgrunnurin hevur játtað heili 121 milliónir krónur til eina granskingarverkætlan, sum føroyska Ílegusavnið er partur av. Hetta er størsta einstaka granskingarjáttanin innan sálarfrøðiliga økið í Danmark nakrantíð.
- Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska heilsugransking. Stóra játtanin er ein stór viðurkenning av dygdargóða arbeiðinum, sum Ílegusavnið ger. Hetta prógvar, at føroyska heilsugranskingin er á høgum støði, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Lundbeckgrunnurin hevur játtað tær 121 mió. krónurnar til iPSYCH, sum er eitt toymi við granskarum innan sálarfrøði og ílegur. Hetta toymi hevur eitt tætt samstarv við Statens Seruminstitut, Beijing Genomics Institute (BGI), deCode Genetics úr Íslandi og so Ílegusavnið í Føroyum.
- Vit eru sjálvsagt bæði fegin og errin av at vera partur av hesari stóru granskingarjáttanini. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av altjóða granskingarumhvørvinum. Fyri bæði føroyska ílegu – og sálarfrøðiliga gransking fer hetta at hava stóran týdning, sigur Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum.
Í granskingarverkætlanini hjá iPSYCH verður hugt nærri at fimm sálarfrøðiligum sjúkum. Talan er um skizofreni, bipolar (manio-depressivitet), tunglyndi, autismu og ADHD.