Støðan hjá Føroyum verður munandi styrkt á heilsuøkinum, um vit gerast beinleiðis partur av samstarvinum í heimsheilsufelagsskapinum WHO, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Føroyskur atlimaskapur fer millum annað at tryggja okkum skjóta kunning frá fyrsta degi, tá farsóttir sum korona brádliga taka seg upp, og frameftir verður eisini lættari at gera vart við føroysk úrslit og gransking
Landsstýrið samtykti á fundi í vikuni , at Føroyar skulu søkja um atlimaskap í heimsheilsufelagsskapinum WHO (World Health Organization). Umsóknin verður send inn, so hon kann viðgerast á aðalfundinum hjá WHO í mai 2021.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum er sannførdur um, at atlimaskapur í WHO fer at styrkja føroyska heilsuøkið á øllum mótum, og hann vísir á, at áleikandi koronufarsóttin bara ger tað enn meira viðkomandi at søkja um limaskapin nú.
WHO er felagsskapur undir ST (Sameindu Tjóðir), og fyrstu stigini at søkja um atlimaskap í WHO vórðu longu tikin fyri nøkrum árum síðani. Í sambandi við ársfundin hjá WHO í mai 2019, hevði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum ein fund við WHO-Evropa, har hon kunnaði um ynski hjá Føroyum at fáa føroyskan atlimaskap í WHO. Eftir hetta gjørdi danska ST-sendistovan í Geneve eina lýsing av, hvørjir møguleikar eru fyri tættari sambandi ímillum Føroyar og WHO.
Eisini hevur Heilsumálaráðið samskift við Mentamálaráðið um arbeiðið í sambandi við, at Føroyar søktu um og fingu atlimaskap í UNESCO í 2009. UNESCO er heimsfelagsskapur fyri útbúgving, mentan, samskifti og vísindi og er eisini ein felagsskapur undir ST.
Nógv fyrireikandi arbeiði er tískil gjørt, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum góðar vónir um, at viðgerðin av umsóknini um atlimaskap í WHO fer at vera smidlig.
Tað er Heilsumálaráðið, sum hevur tikið stig til umsóknina um WHO-atlimaskap. Av tí at talan formliga er um uttanríkismál, er tað Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið skal senda umsóknina til Danmarkar. Tað verður tí Danmark, sum vegna Føroyar, sendir WHO umsóknina um føroyskan atlimaskap. Umsóknin skal í seinasta lagi vera WHO-aðalskrivaranum í hendi 23. apríl fyri at verða viðgjørd á aðalfundinum 21. mai í ár.
Bert fullveldi kunnu fáa fullan limaskap í WHO og øðrum felagsskapum undir ST, men atlimaskap, sum Føroyar og onnur lond og øki við avmarkaðum sjálvstýri hava møguleika at fáa, gevur atgongd til allar nevndarfundir og aðalfundin hjá felagsskapinum umframt talurætt á hesum fundum. Eisini ber til at koma við egnum uppskotum til dagsskránna. Tó hava atlimir ikki atkvøðurætt á fundunum.
Við atlimaskapinum fylgja somu skyldur, sum fullgildigir limir hava. Limagjaldið er tó ikki kostnaðarmikið; í Uttanríkis- og mentamálaráðnum vænta tey, at limagjaldið fer at verða umleið 30 tús. krónur um árið, men afturat hesum koma sjálvsagt útreiðslur í sambandi við fundir og annað.