Arbeiðsbólkur hevur í dag handað landsstýrisfólkunum, Karsten Hansen og Anniku Olsen, demensætlan fyri Føroyar.
Ætlanin, ið ber heitið “Demensvinarligt samfelag – gloymsk, men ikki gloymd”, er fyrsta heildarætlan av sínum slag í Føroyum.
Í heildarætlanini eru 14 ítøkilig tilmælir til politisku skipanina um, hvussu vit í framtíðini eiga at skipa demensøkið til frama fyri tey, ið hava sjúkuna. Eisini verður í ætlanini víst á, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eitt samanhangandi heilsu- og almannaverk, har borgarin er í miðdeplinum.
Frá 1. januar 2015 fingu kommunurnar økið at umsita, og verða tað 8 økir, sum saman við heilsu- og almannaverkinum skulu tryggja ein samanhangandi innsats til fólk við demens.
Arbeiðsbólkurin hevur við íblástri úr Bretlandi sjósett hugtakið um tað demensvinarliga samfelagið og er hetta grundarlagið undir tilmælunum í ætlanini. Tað demensvinarliga samfelagið ger karmar, so persónar við sjúkuni verða tikin við og verða stuðlaði til at verða før fyri at livavið sjúkuni og framhaldandi verða sjálvbjargin og virkin í samfelagnum og harvið varðveita eina høga lívsgóðsku.
Tað var á heystið í 2013, at landsstýrisfólkini Karsten Hansen og Annika Olsen settu ein arbeiðsbólk at gera eina demensætlan fyri Føroyar. Í viðmerking siga tey.
“Vit vóna at heildarætlanin fer at varpa ljós á hvat tað vil siga at hava demens. Í ætlanini eru greið boð uppá hvussu vit møta teimum avbjóðingum, sum eru knýttar at einum vaksandi tali av menniskjum við demens í Føroyum. Í stóran mun snýr tað seg um at leggja til rættis ein innihaldsríkan gerandisdag við góðum løtum, hóast sjúku og avmarkaðar virkismøguleikar”.