21.05.2014 · Heilsumálaráðið

Føroyar senda hjálp til Balkan

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur boðað Reyða Krossi frá, at landsstýrið ynskir at stuðla neyðhjálpararbeiðinum aftaná vatnflóðina við 250.000 krónum.

Niðanfyri endurgeva vit tíðindaskriv, sum Reyði Krossur Føroyar sendi út mikudagin 21. mai.

----

Landsstýrið sendir umvegis Reyða Kross Føroya pening til hjálpararbeiðið eftir ógvusligu vatnflóðina á Balkan, ið hevur drivið túsundatals fólk frá heimum teirra.

Nú londini á Balkan, serstakliga Serbia og Bosnia, eru rakt av ringastu vatnflóðini í 120 ár er tørvur á hjálp frá umheiminum. Higartil hava eini 40 fólk latið lív og túsundatals eru evakuerað.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur boðað Reyða Krossi frá, at landsstýrið ynskir at stuðla neyðhjálpararbeiðinum aftaná vatnflóðina við 250.000 kr.

Reyði Krossur í Serbia, Bosnia og Herzegovina hevur í tøttum samstarvið við myndugleikarnar hjálpt til í bjargingar- og neyðhjálpararbeiðinum síðani áðrenn vikuskiftið. Fleiri enn 400 sjálvboðin Reyða Kross fólk hava stríðst saman við myndugleikunum fyri at veita so skjóta og góða bráðfeingishjálp sum til ber.

“Á Reyða Krossi eru vit sera takksom fyri stuðulin frá Føroya Landsstýrið. Á Balkan er heilt stórur tørvur á hjálp nú aftaná vatnflóðina. Tey neyðstøddu bjargaðu fólkini hava tørv á mat, vatn, teppum, innivist og heilivági. Tí hava vit í Reyða Krossi Føroya eisini skipað eina innsavning á okkara heimasíðu reydikrossur.fo, ið vit vóna fólk vilja stuðla, so vit fáa sent meira hjálp avstað,” sigur formaðurin Hjalti í Jákupsstovu.