Føroyar hava í dag fingið atlimaskap í Heimsheilsustovninum WHO. Hetta hendi á ársfundinum hjá WHO, sum verður hildin í hesum døgum. Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um, at Føroyar hava fingið atlimaskap í WHO, tí hetta er tann týdningarmiklasti felagsskapurin at vera partur av, tá tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í tí sambandi.
“Beinanvegin, sum eg tók við sum landsstýrismaður, setti eg mær fyri at fáa málið um føroyskan atlimaskap í WHO avgreitt skjótast gjørligt. Eg eri tí sera glaður fyri, at henda tilgongdin hevur gingið so skjótt og væl, og Føroyar nú í dag eru vorðnar atlimaland í WHO” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
WHO heldur í hesum døgum ársfund, sum verður hildin sum videofundur vegna koronu. Í morgun var umsóknin um føroyska atlimaskapin á skrá, og var hon einmælt gingin á møti.
Nú Føroyar hava fingið atlimaskap í WHO, helt Kaj Leo Holm Johannesen eina røðu, har hann takkaði limalondunum í WHO fyri ta vælvild, tey hava sýnt Føroyum í sambandi við umsóknina um føroyskan atlimaskap.
Í takkarrøðu síni legði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, dent á stóra týdningin, sum WHO-atlimaskapur hevur fyri framhaldandi menningina innan føroyska heilsuøkið.
“Við atlimaskapinum fáa Føroyar nú atgongd til virðismikla vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vit ikki høvdu atgongd til frammanundan, og vit fáa møguleika at knýta virðismikil sambond og samstørv við onnur lond á hesum øki”, segði landsstýrismaðurin millum annað.
Við atlimaskapinum fylgja at kalla somu skyldur og rættindi, sum fullgildur limaskapur gevur. Tó hava Føroyar ikki atkvøðurætt á ársfundi og nevndarfundum hjá WHO. Men Føroyar hava talurætt, og kunnu eisini biðja um at fáa egin mál sett á dagsskránna fyri hesar fundir.
Kaj Leo Holm Johannesen væntar sær nógv av limaskapinum, men hann væntar eisini, at Føroyar hava okkurt at bjóða afturfyri. Heimurin er í einari áleikandi heilsukreppu orsakað av koronufarsóttini, og í síni takkarrøðu vísti landsstýrismaðurin á góðu gongdina her heima.
“Føroyar hava verið í fremstu røð, tá tað ræður um at menna kanningarhættir, úrslitagóða smittusporing, sóttarhald, koppseting og basa Covid-19-smittuni. Og samanumtikið eru vit heilsuliga, samfelagsliga og búskaparliga sloppin væl undan heimsfarsóttini”, segði hann.
At Føroyar gerast limur júst nú, tá korona leikar á, ger bara týdningin av hesum limaskapi enn sjónligari, heldur landsstýrismaðurin, tí tað er ikki minst, tá tað ræður um kreppustýring í vandastøðum sum hesari, at WHO-limaskapur av álvara vísir sítt virði.
“Føroyar hava frá byrjan fylgt leiðreglunum hjá WHO um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við hesa farsóttina. Men nú sleppa vit so eisini fram at har, sum avgerðirnar verða tiknar, vit fáa atgongd til alla ta nýggjastu vitanina og granskingina beinanvegin, og vit hava eisini møguleika at koma við okkara íkasti og hava ávirkan”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Takkarrøðan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, kann síggjast her.