16.05.2017 · Heilsumálaráðið

Føroya størsta frílendisætlan handað

Føroya størsta frílendisætlan handað

Í gár varð Frílendisætlanin Boðanes-Hoydalar handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og Anniku Olsen, borgarstjóra.

Handanin fór fram á einari lítlari uttandurða samkomu niðri við Boðanesgjógv, sum eisini er partur av frílendinum.

Alt økið røkkur frá Skansanum út í Boðanesgjógv, fram við viðarlundini niðast í Hoydølum, Gróðurstøðini í Miðhoydølum, gøtuskipanini fram við Hoydalsá, gjøgnum Ovastu Hoydalar, niðan til Svartafoss og Ternurygg, og heilt niðan í Villingadal. Og ein onnur grøn ál fer so um Sortudíkið oman í Gundadal.

Frílendisætlanin kann lesast her