Fyrstu stigini at stytta bíðilistarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina eru tikin. Á fíggjarlógini komandi ár er hálv onnur millión krónur settar av til barna- og ungdómspsykatri. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at raðfesta barna- og ungdómpsykiatri høgt hetta valskeiðið.
-Fyri at fáa bíðilistan burtur er 1,5 millión krónur oyramerktar til barna- og ungdómpsykiatri. Samstundis verður løgd ein ætlan fyri, hvussu bíðitíðin kann fáa niður á eitt nøktandi støði. Í hesum sambandi hava umboð fyri Psykiatriska Depil verið uttanlands og kanna, hvussu hetta økið verður skipað, vísir Karsten Hansen á.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur havt konstruktivar fundir við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og Psykkiatriska Depil fyri at greina støðuna og fyri at fáa at vita, hvat skal til fyri at fáa bilbukt við bíðilistan.
- Hesi fimm árini, økið hevur virkað, er tørvurin vaksin sera nógv. Verandi støða er ikki nøktandi, tí nógv standa á bíðilista, og tí fer økta játtanin vónandi at stytta bíðilistarnar munandi. Málið er sjálvandi at sleppa av við bíðilistan, so øll, ið hava tørv á tí sleppa í viðgerð, sigur Karsten Hansen.