Tilboðið um ókeypis koppseting fyri influensu verður nú víðkað til eisini at fevna um ávís starvsfólk á heilsuøkinum og umsorganarøkinum. Galdandi tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu til fólk eldri enn 67 ár og fólk yngri enn 67 ár, ið eru í vandabólkum vegna sjúku ella brek, heldur fram
Nú verður tilboðið um ókeypis koppseting fyri influensu víðkað til eisini at fevna um ávís starvsfólk á heilsuøkinum og umsorganarøkinum. Talan eru um starvsfólk, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av fólki, sum eru í serligum vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkugongdir, verða tey rakt av influensu. At starvsfólk á hesum økjunum verða koppsett, er tískil við til at verja sjúklingar og fólk í hesum vandabólkum annars ímóti influensu.
Í nøkur ár hava fólk eldri enn 67 ár og fólk yngri enn 67 ár, sum eru varandi (kronisk) sjúk ella hava viðfødd ella íkomin brek, havt tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu. Hetta tilboðið heldur fram óbroytt og verður veitt júst hesum fólkum, tí tey eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey fáa influensu.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sær víðkaða tilboðið sum eitt týðandi framstig.
Víðkaða tilboðið um ókeypis koppseting fyri influensu og tilboðið um ókeypis koppseting fyri pneumokokkum, sum varð sett í gildi fyrr í ár, eru átøk, sum eru sett í verk í kjalarvørrinum av koronu. Fleiri av teimum, sum eru í vanda fyri at gerast sera sjúk av influensu, eru eisini í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey samstundis fáa koronu. Pneumokokkar kunnu hava við sær sjúkur sum meningitis, blóðeitran og lungnabruna.
Fólk, ið ynskja at taka av tilboðunum um ávikavist ókeypis koppseting fyri influensu og fyri pneumokokkum, skulu venda sær til egnan kommunulækna at avtala eina tíð til koppsetingina.