Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at víðka tilboðið um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba, so eisini 12 ára gamlar gentur fáa møguleikan at koppseta seg. Tað staðfesti landsstýrismaðurin í heilsumálum fyrrapartin, tá ið hann svaraði einum munnligum fyrispurningi í løgtinginum frá Jenisi av Rana, tinglimi hjá Miðflokkinum.
- Á sumri 2011 lækkaði prísurin á koppingarevninum móti HPV virus munandi. Lækkingin hevur við sær, at tað nú ber til at víðka tilboðið, ein árgangur afturat kann fáa tilboðið um ókeypis koppseting, svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum í løgtinginum.
Tilboðið um ókeypis koppseting fevndi í fyrstu atløgu um gentur føddar í 1995, og sum høvdu fylt 14 ár. 95% av hesum gentum eru koppsettar. Seinni varð tilboðið víðkað til eisini at fevna um gentur føddar í 1993 og 1994. Av hesum gentum eru ávikavist 65% og 89% koppsettar. Á vári 2011 vóru 76% av gentunum føddar í 1996 koppsettar. Tilboðið um ókeypis koppseting hjá gentum føddar í 1997 er galdandi til árslok 2012.
Í Føroyum var tilboðið um ókeypis koppseting ímóti HPV virus sett í gildi í februar 2009.