Løgtingið samtykti mikudagin einmælt at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið soleiðis, at fleiri dialýsusjúklingar kunnu viðgerast í Føroyum.
Síðstu tíðina hava fleiri sjúklingar bíðað í Danmark eftir at koma heim í dialýsuviðgerð. Sjúklingarnir eru í viðgerð í Danmark, tí umstøður hava ikki verið at tikið fleiri dialýsusjúklingar í viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
- Okkara mál er alla tíðina at styrkja og menna føroyska heilsuverkið. Í hesum liggur, at vit altíð miða eftir at bjóða føroyingum sjúkuviðgerð í Føroyum, tá tað er fakliga ráðiligt. Vit hava eina sterka dialýsueind, sum við hesari eykajáttan kann bjóða enn fleiri sjúklingum viðgerð í Føroyum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í viðmerking.
Landssjúkrahúsið hevur í vetur víðkað dialýsueindina og bílagt nýggj tól. Við eykajáttanini, sum Løgtingið samtykti mikudagin, kann Landssjúkrahúsið nú bjóðað í alt 19 sjúklingum dialýsuviðgerð. Hetta eru fýra fleiri enn í dag.
Eykajáttanin til Landssjúkrahúsið er útreiðsluneutral, tí talan er um at flyta viðgerðir úr Danmark til Føroyar. Játtanin til Serviðgerð uttanlands er minkað samsvarandi.