Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verða fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini fyri Føroyar raðfest. Átøk sum flyta okkum nærri málinum hjá samgonguni um viðgerðartrygd og lógartryggjaðan rætt til útgreining og viðgerð fyri krabbamein.
Krabbamein er álvarsom sjúka, sum á hvørjum ári rakar nógvar føroyingar. Vit kunnu røkka langt á krabbameinsøkinum við fyribyrging og skjótari útgreining, tí eru tað øki, sum skulu raðfestast høgt.
Av átøkunum úr krabbameinsætlanini, sum verða raðfest í fíggjarlógaruppskotinum, kunnu millum annað nevnast:
- Screeningseindin skal endurstovnast. Screeningseindin skal samskipa og hava ábyrgd av verandi og komandi screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum. Eindin kann eisini fevna um screening fyri aðrar sjúkur. Ein læknaskrivari skal setast at umsita screeningseindina.
- Ein bioanalytikari skal setast í starv innan patologiøkið at arbeiða saman við patologinum, sum nýliga er settur í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er við til at framtíðartryggja patologitænastuna á Landssjúkrahúsinum.
- Skipast skal fyri eftirútbúgving innan krabbamein fyri kommunulæknar í Føroyum.
- Ein nýggj fólkaheilsuætlan fyri Føroyar skal gerast. Sambært krabbameinsætlanini hjá ES frá 2021, kunnu 40% av krabbameinstilburðum fyribyrgjast.
Harumframt verður í løtuni arbeitt við at seta eitt krabbameinsráð, sum millum annað skal tryggja, at tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Og um politisk undirtøka er fyri at endurskoða kommunulæknaskipanina, verður farið undir at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í Føroyum.