Góð ferð er á koppsetingini, og nærum allir okkara elstu og veikastu borgarar eru koppsettir minst einaferð. Gongst sum ætlað, eru øll koppsett fyrst í august.
Fimti hvør føroyingur hevur nú fingið fyrra koppsetingarprikið fyri koronu. Við tað, at eldri fólk og fólk í serligum vandabólki hava verið raðfest fremst, merkir tað, at at kalla øll fólk í Føroyum, sum eru í øktum vanda, verða tey smittað við COVID-19 virusinum, nú eru koppsett minst einaferð.
Tó at tað ikki er sloppið enn, so fegnast Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, um góðu støðuna.
Tilsamans eru 17.280 koppsetingar framdar, av hesum hava 11.751 fingið fyrra prikið, og 5.529 eru liðugt koppsett.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er samanumtikið væl nøgdur við støðuna.
Um stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni, eru allir føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august.
COVID-19 koppsetingarbólkurin