Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Millum tær 1.312 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, týsdagin 18. august, vórðu fimm nýggir tilburðir staðfestir. Í alt eru nú 78.471 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 382 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Í dag eru 21 persónar staðfestir frískir afturat, og tí eru í alt 256 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, staðfest frísk aftur.
Sostatt eru 126 persónar smittaðir í løtuni.
Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggja á intensivu deild.
Heilsumálaráðið tann 19. august 2020 kl. 17:15