Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 108.270 kanningar.
Talan er um fimm persónar, sum eru smittaðir her í Føroyum. Allir persónar eru partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 423 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 13. september kl. 10:53