Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey fimm eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1006 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 131.130 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 472 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 429 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 43 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 1. oktober 2020 kl. 13:36