Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 110.588 kanningar.
Fýra persónar eru smittaðir her í Føroyum. Hesir fýra persónarnir eru partur av einari og somu smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Harumframt varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu. Í tí førinum var talan um ein persón, sum ikki hevur bústað í Føroyum.
Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 428 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 15. september kl. 11:28