Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 eru fimm mió. krónur settar av til at seta fleiri serlæknar í starv.
Víst verður javnan á, at føroyska sjúkrahúsverkið tørvar fleiri serlæknar. Í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, ið varð handað landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum fyri summarfrítíðina, verður víst á, at føroyska sjúkrahúsverkið neyvan er burðardygt uttan so, at fleiri serlæknar verða settir í føst størv.
Samstundis verður í Menningarætlanini víst á, at ein serlækni í sjálvum sær er ikki nóg mikið at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna sigur í viðmerking:
- Vit í samgonguni gjørdu longu í vár avtalu um at fáa til vega eina serstaka “pulju” til at fáa mannað fleiri sergreinir á sjúkrahúsunum. Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum nú er borin í Løgtingið, gera vit álvara av ætlanunum og skjóta upp, at fimm mió. krónur eyka verða settar av til at seta serlæknar í starv.
Miðjað verður eftir at henda játtanin hækkar við fimm mió. afturat árini 2018, 2019 og 2020 soleiðis, at tað í 2020 verða settar 20 mió. krónur av til fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk.