Í næstum verður møguligt hjá 1500 føroyingum at kortleggja sínar arvastreingir. Tað er greitt, nú FarGen-verkætlanin undir Ílegusavninum hevur fingið øll neyðug loyvi.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum er spent, nú FarGen-verkætlanin fer av bakkastokki: “FarGen-verkætlanin er ein áhugaverd verkætlan, sum mennir møguleikarnar fyri heilsugransking og sostatt fyri viðgerð í heilsuverkinum. Spennandi verður at fylgja verkætlanini og síggja, hvussu føroyingar taka undir við henni.”
Málið hjá FarGen-verkætlanini er at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. FarGen skal byggja upp eitt undirstøðukervi við upplýsingum um ílegurnar hjá føroyingum. Við hesum verða fortreytir skaptar fyri gransking í ílegum og arvaligum sjúkum, og møguleikarnir at fyribyrgja og viðgera sjúku verða mentir.
Í fyrstu atløgu verða arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum kortlagdir, og eitt føroyskt tilvísingargenom verður framleitt. Føroyska tilvísingargenomið vísir, hvussu miðal samansetingin av ílegunum hjá føroyingum er, og er tað eitt umráðandi amboð innan ílegugransking.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. august 2016