Í dag hevur Løgtingið samtykt at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi persóns-, húsfólka- og arvarætti. Yvirtøkan fær gildi á Ólavsøku 2018.
Tað merkir at framyvir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvald og útinnandi valdið á familjurættarliga økinum. Ein uppgávu sum í dag liggur hjá donskum myndugleikum og verður útint hjá Ríkisumboðsmanninum.
Málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur fevnir um lóg um foreldramyndugleika og samveru, lóg um hjúnaband og hjúnaskilnað, arvalógina, ættleiðing, verjumálslógina og fleiri aftrat hesum.
Lógirnar verða tó ikki allar broyttar eftir einum degi. Donsku lógirnar verða framhaldandi galdandi til tær so við og við verða avloystar av føroyskum løgtingslógum. Í viðmerking sigur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg.
“Familjurættarliga økið fevnir um reglur sum røkka heilt inn í føroysku familjuna. Við yvirtøkuni hava vit tryggja at tað verða føroyingar og okkara Løgting, sum koma at taka stig til at broyta reglurnar á økinum og avgera, hvussu hesar skulu vera”.
Landsstýriskvinnan leggur aftrat, at hitt fyrsta, sum hon ætlar at fara í holt við er løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru.