Faldari: Tilboð um endurvenjing innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur
Nýggjur faldari greiðir í stuttum frá, hvørji tilboð um endurvenjing eru innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur. Faldarin sæst her
Í tilmælinum um samskipaða endurvenjing frá juni 2016 var mælt til, at gera ein lista yvir tilboð innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og hjá kommununum.
Ætlanin við hesum lista var at kunna borgarar og heilsustarvsfólk kring alt landið um, hvørji tilboð eru innan endurvenjing í Føroyum. Um borgarin veit hvørjar endurvenjingartænastur eru í Føroyum, hevur hann betur møguleika fyri at fáa lut í teimum endurvenjingartilboðum, sum eru í landinum.
Listin kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til, hvar í landinum teir búgva.
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú latið listan prenta, soleiðis at listin kann verða til taks sum kunningarfaldari í sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og hjá kommunulæknum v.m.