Í gjár varð skipað fyri móttøku í sambandi við at kliniskir dietistar eru farnir undir at veita kostfakliga tænastu til borgarar Føroyum.
Nýggja heilsutænastan er ein liður í ætlanini hjá landsstýrismanninum í heilsumálum at fremja Heilsunýskipanina og Heildarætlanina um diabetes. Klinisku dietistarnir fara at veita kostfakliga tænastu til fólk við diabetes, hjarta-æðrasjúku, krabbamein og til ávísar bólkar av børnum.
Tænastan er ókeypis og verður veitt í læknaviðtalum kring alt landið. Áður hevur ikki borið til hjá kommunulæknum at ávísa fólk beinleiðis til dietist. Nýggja tænastan gevur fólki møguleikan at verða ávíst til dietist, tá læknin metir, at tað kann betra um heilsustøðuna.
Fleiri nýttu høvið at bera fram heilsan í samband við hátíðarhaldið, sum var í hølunum hjá kommunulæknunum á Tinghúsvegnum í Tórshavn. Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum, fagnaði nýggju tænastuni, og vísti á sera stóra týdningin, sum klinisk kostráðgeving kann geva limunum í hennara felag.
Mariann Patursson, kliniskur dietistur á Landssjúkrahúsinum, bjóðaði nýggju dietistunum vælkomnar í starv á økinum og ynskti teimum góðan byr framyvir.
Fer at hava jaliga ávirkan
Eisini forkvinnan í Kost- og føðslufelagnum, Elisabeth Akursmørk, fegnaðist um at hendan heilsutænasta við dietistum á odda er sett á stovn og nú fer at virka í Føroyum. Elisabeth helt, at tað er eitt stórt stig rætta vegin, at kostfakligur serkunnleikin kemur tættari at borgaranum og tað fór at hava jaligar avleiðingar bæði fyri borgaran og ikki minst fyri samfelagið sum heild.
Í røðu síni vísti landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, at nýggja tænastan passar sum fótur í hosu við ætlanir í Heilsunýskipanini um at styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum og hann fegnaðist um, at tað var eydnast at fáa Løgtingið at lata fígging til nýggju ráðgevingina.
Dietistarnir fara at hava sítt dagliga virki á ymiskum læknaviðtalum í Føroyu, so tænastan verður veitt so tætt borgaranum sum møguligt. Viðtalur eru í Tórshavn (á Tinghúsvegnum og í Miðlon), á Sandi, í Kollafirði, í Miðvági, á Tvøroyri og í Vági.
Í næstum verður søkt eftir kliniskum dietisti til viðtalurnar í Runavík og Klaksvík.
Mynd frá høgru: Kristianna Rein, forkvinna í Diabetsfelagnum, Anita Højgaard, kliniskur dietistur, Beinta Mohr-Leo, kliniskur dietistur, Poula Patursson, kliniskur dietistur, Elisabeth Akursmørk, forkvinna í Kost- og føðslufelagnum, Mariann Patursson, kliniskur dietist, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum og Ann Askham, nevndarlimur í Kost- og føðslufelagnum.