Serlæknar á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum hava í longri tíð ikki havt nøktandi tal av royndum hjálparlæknar til at lætta um vaktarbyrðuna. Støðan hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult at fáa sett serlæknastørvini á Skurðdeplinum.
Landsstýrið hevur tí lagt eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal nýtast til at seta á stovn eina sonevnda millumvakt, sum er eitt vaktarlag av royndum hjálparlæknum. Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur eina skipan við millumvakt, og virkar hetta sambært Landssjúkrahúsinum væl.
Ætlanin er haraftrat at seta ein serlækna afturat í ortopedi, so tað frameftir vera fýra heldur enn tríggir serlæknar í ortopedi, somuleiðis fyri at gera viðurskiftini munandi betri á skurðdeplinum. Landssjúkrahúsið metir, at um farið verður undir at lýsa eftir skurðlækna beinanvegin, er gjørligt at seta ein skurðlækna í starv beint eftir summarfrítíðina.