Eyes of Runavík, sum White Arkitekter hava staðið fyri, vann Nordic Built Cities kappingina um hugskot til sniðgeving av bústøðum í nýggjari útstykking í Saltangará.
Nordic Built Cities (NBC) hevur til endamáls, at menna og marknaðarføra norðurlendskan byggihátt. NBC er verkætlan, sum varð sett í verk av Nordic ministers for trade and industry.
Ítøkiliga verkætlanin, sum Runavíkar kommuna varð partur av, hevur nú fingið ein vinnara. Verkætlanin vísti á serligan hátt, at uppskotið egnaði seg vil til tí ítøkiligu avbjóðingina við brattlendi og bygging. Uppskotið eitur “The Eyes og Runavik” og skal verða egna til tætta búðstaðarbygging har verkætlanin hevur haft minstu ávirkan á lendið, ið bygt verður á.
Heilsu- og innlendismálaráðið ynskir at Runavíkar kommunu tillukku við einari sera væleydnaðari kapping og við tí góða úrslitinum.
Sí http://nordicbuiltcities.org/thechallenge/# fyri meira um verkætlanina.
Um kappingina
Seinasta summar vann Runavíkar Kommuna rættin at umboða Føroyar í Nordic Built Cities kappingini. Avbjóðingin, sum teir luttakandi arkitektarnir skuldu loysa vegna Runavíkar Kommunu, snúi seg um kendu føroysku avbjóðingina - hvussu vit frægast kunnu byggja í brattlendi - ítøkiliga í økinum millum Blikagøtu og Hjallaveg í Saltangará.
20 uppskot komu inn í heyst - úr Føroyum, Norðurlondum og Evropa, og hevur ein lokal dómsnevnd nú mett um tey. Fyritøkurnar handan uppskotini skulu arbeiða víðari við teimum, og verður síðani mett um tey av nýggjum í summar, og ein endaligur vinnari funnin.
Nordic Built Cities kappingin fevnir um 6 lokalar kappingar í Norðurlondum. Kappingin er partur av Nordic Built Cities skipanini, sum hevur til endamáls at menna, sýna fram og útflyta nýskapandi norðurlendskar loysnir fyri liviligar, framkomnar og burðardyggar býir.
Nordic Built Cities er ein sonevnd “vita-skipan” í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.