Evnisráðstevnan hjá Útnorðurráðnum "Mál í Útnorði" varð sett av Kaj Leo Holm Johannesen
Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri, setti í dag evnisráðstevnu hjá Útnorðurráðnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum. Evnið á ráðstevnuni er mál í útnorði.
Kaj Leo Holm Johannesen varpaði ljós á týdningin av, at vit í norðurlondum og útnorði halda fast um okkara málmenning, og at vit geva okkum far um, at tilflytarar hava avbjóðingar við at fella til og trívast í okkara londum, um teir ikki fáa munadygga málundirvísing.
Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at arbeiðið innan norðurlandasamstarvið í stóran mun hevur verið grundað á tankan um, at vit hava felags virðisgrundarlag, í stóran mun av tí at vit skilja málið hjá hvør øðrum.
”Tað er gleðiligt at Útnorðurráðið varpar ljós á støðuna hjá okkara smáu málum í útnorði, og serliga í mun til børn og ung. Vit hava tørv á at viðgera hetta evnið, fyri at kunna fylgja við í altjóðagerðini, og verða kappingarfør og kunna bjóða áhugaverdar karmar til okkara borgarar”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Røðan kann lesast her