Nevndin í Etiska ráðnum hevur sett Barbaru á Tjaldrafløtti sum fakligan skrivara.
Barbara er 57 ára gomul, útbúgving sum cand.scient.adm. ella fyrisitingarfrøðingur frá Roskilde Universitetscenter og hevur eina masterútbúgving í Etik og Virðum í organisatiónum frá Aarhus Universitet.
Barbara hevur millum annað starvast sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, sum blaðstjóri á Kvinnu og sum nevndarskrivari, leiðsluráðgevi og marknaðarleiðari hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri Pensjón. Harumframt hevur hon verið forkvinna í Ráðnum fyri brekað í 10 ár.
Barbara á Tjaldrafløtti byrjar í starvinum tann 1. mai 2018.
Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.
Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.
Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.